Jamaika

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 10. mai 2011 kl. 18:57 av Luckas-bot (kjak | íkøst) (r2.7.1) (bottur leggur aftrat: yi:דזשאמייקע)
Jump to navigation Jump to search
Jamaica
Jamaika
Flagg Jamaika
(Flagg Jamaika)
Skjaldarmerki Jamaika
(Skjaldarmerki Jamaika)
Tjóðarslagorð: Out of Many One People
Tjóðsangur: Jamaica, Land We Love
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Kingston
Forsætisráðharri Bruce Golding
Drotning Elisabeth II
Fullveldi 6. august 1962
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
11 425 km²
1.5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2003
 - tættleiki
 
2 598 000
245/km²
Gjaldoyra Jamaikadollari (JMD)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .jm
Telefonkota +1-876

Jamaika ella Jameika (Enskt; Jamaica) er ein oyggj í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Kingston.


Búskapur

Jameika er vøkur oyggj, men har eru stórir mótsetningar. Har eru fólk, sum taka sær av løttum og av heilum huga íðka krikkit og spæla reggaetónleik. So er tað stóri spenningurin ímillum nakrar fáar máttmiklar ríkmannaættir og tey fátæku í mongu fátækrabýlingunum í Kingston, har eisini nógvur harðskapur valdar. Hesa skuggasíðu síggja fá ferðafólk, sum á hvørjum ári koma at njóta lívið og tropuveðurlagið í hesum fagra landi. Ein annar týðandi vinnuvegur á Jameika er aluminiumsnámsvinnan, men hon fer óvuliga illa við náttúruni, tí at gomlu námsopini standa full av vatni og sýrueitri. Tað drepur allan vøkstur.

Íðnaðurin í Jameika er fjølbroyttur. Har eru oljureinsiverk, telduvirki og klædnavirki. Mong steinsløg verða brotin, av teimum er aluminiumsmálmur tað týdningarmesta. Ein vinnuvegur, ið vindur nógv upp á seg, er teldutilbúnaður, ið til dømis er at forrita ig viðgera teldulutir og síðan senda teir til telduvirki í Sambandsríki Amerika, har teldurnar verða gjørdar lidnar. Í Karibia er vanligt, at útlendsk feløg eiga hesar teldufyritøkur, men í Jameika eiga fólk har meginpartin.

Umframt ídnað og ferðavinnu hevur landbúnaðurin eisini stóran búskaparligan týdning í Jameika, og mong fólk arbeiða í banan-, kaffi-, kakao- og sukurlundum. Mangir jameikanar liva eisini av fiskiveiði, ella teir eiga ein jarðarteig og dyrka sær sínar egnu búnaðarvørur.

Handil

Útflutningur Innflutningur
1. USA 33.4 % USA 48.1%
2. Kanada 14.1 % Trinidad og Tobago 7.8 %
3. Stóra Bretland 13.4 % Japan 6.9 %
4. Niðurlond 10.2 % Frakland 5 %
5. Noreg 5.8 % Stóra Bretland 3.7 %
6. Frakland 5 % Kanada 3 %
7. Týskland 4 % -
8. Japan 2.3 % -


Hygg eisini at